Eingin eykajáttan til yngri læknar

Eingin eykajáttan til yngri læknar
Samgongan og Sjálvstýri í fíggjarnevndini halda, at spurningurin eigur at verða viðgjørdur saman við fíggjarlógini fyri næsta ár
Meirilutin í fíggjarnevndini tekur ikki undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum um eykajáttan til yngri læknar
 
05.10.2020 - 14:14

Meirilutin í Fíggjarnevndini, samgongan og Sjálvstýri, tekur ikki undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum at lata 1,6 mió. kr. í eykajáttan til yngri læknar.

Meirilutin heldur, at spurningurin um fleiri pengar til yngri læknar eigur at verða viðgjørdur saman við uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2021.  

Kristina Háfoss í Tjóðveldi og Ruth Vang í Framsókn taka undir við uppskotinum, men vilja ikki taka pengar frá uttanríkistænastuni til sendistovu í Ísrael.

Javnaðarflokkurin vil fíggja eykajáttanina við pengum, sum eru ætlaðir sendistovuni í Ísrael.

Aksel V. Johannesen í Javnaðarflokkinum tekur undir við uppskotinum.

Hann heldur, at føroyingar hava nógv meira brúk fyri fleiri læknum enn sendistovu í Ísrael.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Nýtt ljóð
213419
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221