Hesar skulu spæla ímóti Wales

Hesar skulu spæla ímóti Wales
Olga Kristina Hansen er við aftur í landsliðshópinum, sum John Petersen hevur tikið út til útidystin móti Wales seinni í hesum mánaðinum
A-landsliðið við kvinnum undan dystinum móti Hvítarusslandi
Mynd: Bjarni Enghamar/FSF  
 
10.10.2020 - 09:34

Olga Kristina Hansen er aftur á føroyska A-landsliðnum við kvinnum. Tað er greitt, eftir at John Petersen hevur tikið hópin til útidystin móti Wales út.

Royndi miðvallarin var ikki við í teimum báðum dystunum í september móti Norðurírlandi og Hvítarusslandi. Og tað er serliga avrikið í 2-0 ósigrinum fyri hvítarussum, sum unga landsliðið skal royna at endurtaka.

– Hópurin er framvegis samansettur av nógvum ungum spælarum, sum hava fingið ein størri leiklut á liðnum hesumegin koronasteðgin, men ímóti Hvítarusslandi vístu tær veruliga, at tær eru klárar og fúsar at taka ábyrgd saman við okkara meira royndu leikarum. Arbeiðsinnsatsurin var góður, og nú ræður um hjá okkum at byggja uppá, soleiðis at vit eisini fáa meira kvalitet í okkara spæl, sigur John Petersen.

Útskifting á málmansplássunum

Tveir av teimum trimum málverjunum, sum vóru við seinast, eru ikki við hesa ferð. Hvørki Eyðgerð Mikkelsen ella Olga Fríðunn Olsen eru tøkar, og í teirra stað eru komnar Valborg Østerø úr B36 og Monika Biskopstø úr AaB í Danmark.

Triðji málverjin í hópinum er Óluva Allansdóttir Joensen úr KÍ, sum stóð ein góðan dyst móti Hvítarusslandi.

Føroyski hópurin: 
Óluvá Allansdóttir Joensen, KÍ
Valborg Østerø, B36
Monika Biskopstø, AaB (DK)
Birita Ryan, KÍ
Marita á Fríðriksmørk, ÍVB
Elisabeth Vang, B36
Unn Hvidbro, NSÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Sarita Maria Mittfoss, HB
Margunn Lindholm, NSÍ
Ásla Johannesen, FC Nordsjælland (DK)
Kára Djurhuus, HB
Julia Naomi Mortensen, HB
Olga Kristina Hansen, B36
Evy á Lakjuni, KÍ
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, ÍVB
Mona Rasmusdóttir, ÍVB
Sara Samson Lamhauge, HB
Jacoba Langgaard, ÍVB
Lea Símunardóttir Lisberg, EBS/Skála
Heidi Sevdal, NSÍ

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373