Føroyar skulu reisa seg

Føroyar skulu reisa seg
Føroyska landsliðið spælir í dag Nations League-dyst móti Lettlandi og skal reisa seg eftir keðiliga ósigurin fyri Danmark mikukvøldið
Patrik Johannesen og liðfelagarnir skulu reisa seg eftir tapið fyri Danmark
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
10.10.2020 - 12:30

Ein sigur er málið, tá Føroyar í dag taka ímóti Lettlandi á Tórsvølli. 

Vit vilja vinna, men teir skulu vinna, segði Håkan Ericson á tíðindafundi í gjár sambært portal.fo

Eru í góðari støðu 

Føroyar hava gott útgangsstøði undan dystinum. Seks stig eru á talvuni eftir sigrarnar á Malta og Andorra í september, meðan Lettland á øðrum plássi hevur tvey. 

Men føroyingarnir fingu eitt slag á nevið í venjingardystinum móti Danmark mikukvøldið, meðan Lettland fekk javnleik á útivølli móti Montenegro. Spurningurin er, hvørja ávirkan tað kemur at hava á spælararnar hjá liðunum báðum.

Ivi um liðið

Spurningar verða eisini settir við, hvør kemur at manna føroyska liðið, og gitt verður, at nakrar broytingar vera í mun til dystin móti Danmark havandi í huga, at Føroyar spæla ímóti Andorra týsdagin.

in.fo skrivar, at tað er sannlíkt, at millum annað Gilli Rólantsson, Odmar Færø og Klæmint A. Olsen verða at síggja í byrjanarupptillingini.

Jóan Símun ella ikki

Jóan Símun Edmundsson varð innskiftur móti Danmark, men ivi er um, hvørt hann er tilreiðar at spæla frá byrjan, ella um valt verður at brúka hann sum innskiftara.

Framherjin hevur spælt og skotið mál fyri Arminia Bielefeld í seinastuni, men ábendingar eru um, at knæskaðin, sum hann fekk tíðliga í vár, enn darvar hann eitt sindur. Tí er ikki vist, at hann fær spælt 90 minuttir.

Dysturin byrjar klokkan 17:00, og Kringvarpið vísir dystin beinleiðis í sjónvarpinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777