Spøkilsismál gav javnleik

Spøkilsismál gav javnleik
Neistin vann sær eitt stig móti VÍF við javnleiki 35-35. Sjónbandaupptøkur vísa tó, at eitt skot, sum fór við síðuna av, er skrásett sum mál
Ragnar A. Jacobsen
Neistin fær eitt mál í 15. minutti í seinna hálvleiki, sambært dómaraseðlinum, men sjónbandaupptøkur hjá Kringvarpi Føroya vísa, at hetta skotið fer við síðuna av
12.10.2020 - 10:11

Tá dysturin millum mansliðini hjá Neistanum og VÍF í gjár var liðugur, vísti máltalvan javnleik, 35 - 35.

Men alt bendir á, at Neistin hevur fingið eitt mál ov nógv frá dómaraborðinum, tí sjónbandatilfar vísir, at Neistin skorar 'bara' 34 mál. 

Tá níggju minuttir eru eftir at spæla, kemur steðgur í dystin. Støðan er tá 28-30.

Ein uppteljing verður síðan gjørd, og støðan verður rættað til 29-30. Neistin fær sostatt eitt mál afturat.

Skot við síðuna av

Sambært dómaraseðlinum minkar Jónsvein Dulavík um munin til 24 - 26, tá 15 minuttir eru spældir í seinna hálvleiki, men upptøkurnar hjá Kringvarpinum vísa, at sami Jónsvein Dulavík onki mál fær í dystinum.

Málið, sum hann verður skrásettur fyri, kemur í 15. minutti í seinna hálvleiki, men tá fer bólturin við síðuna av.

Venjarin hjá VÍF fegnast um avrikið hjá sínum spælarum og finst samstundis hvassliga at dómarastiginum. 

– Teir hava ikki tamarhald á dystinum. Mínir spælarar hava vant sera væl seinastu tíðina, og so møta teir hesum. Tað er sera óheppið, sigur John Larsen, venjari hjá VÍF.

Rasmus Søby hjá Neistanum sigur seg ikki sakna málið, sum verður lagt afturat, tá støðan verður broytt frá 28 - 30 til 29 - 30.

– Í mínum høvdi var støðan 28 - 30, sigur royndi Neistaspælarin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602