Misjavnar avtalur - onkur fær løn í trý ár

Misjavnar avtalur - onkur fær løn í trý ár
Eingin felagsregla er um løn, sum verður mótroknað. Í onkrum føri verður onnur løn mótroknað í fráfaringarlønini
Landsgrannskoðanin hevur skrivað frágreiðing um fráfaringaravtalur. Mælt verður til, at stovnsleiðslur taka Fíggjarmálaráðið við í viðgerðina, tá fráfaringaravtalur verða gjørdar
 
02.11.2020 - 10:44

Felags fyri fráfaringaravtalurnar hjá landinum er, at teimum, sum fáa tær, nýtist ikki at koma til arbeiðis frá tí degi, avtalan er gjørd. Tey eru fríttstillað, sum sagt verður.

Bara eitt undantak er í teimum 73 fráfaringaravtalunum, sum vórðu gjørdar frá 2014 til 2019.

Øgiliga ymiskt er, hvussu leingi fólk, sum fáa fráfaringaravtalu, fáa løn.

Onkur fær løn í tríggjar mánaðir, onkur annar í 22 mánaðir.

Besta avtalan hevur løn í trý ár.

Í sambandi við, at Samferðslumálaráðið varð niðurlagt eftir valið í fjør, fór aðalstjórin frá. Hann fær løn til 1.februar 2023.

Teldur og telefon

Nøkur starvsfólk skuldu lata teldur og annað aftur til stovnin, sum tey arbeiddu á, men onnur fingu teldur og telefonir uttan gjald.

Heldur eingin felagsregla er um løn, sum verður mótroknað. 

Í onkrum føri verður onnur løn mótroknað í fráfaringarlønini, um fólk fáa annað arbeiði hjá tí almenna í fráfaringartíðini. Fólk, sum eru í sama yrki, hava fingið ymsar avtalur um mótrokning.

Nevndir eru tríggir fólkaskúlalærarar í frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini.

Hjá einum skal mótroknast, um hann fer í starv hjá øðrum, ella arbeiðir sjálvstøðugt.

Hjá einum øðrum verður bara mótroknað, um hann fer í starv hjá landi ella kommunu. 

Hjá triðja læraranum stendur einki um mótrokning í fráfaringaravtaluni. 

Fíggjarmálaráðið takast við

Landsgrannskoðanin mælir til, at stovnsleiðslur taka Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum við í viðgerðina, tá fráfaringaravtalur verða gjørdar, fyri at tryggja, at øll starvsfólkamál verða viðgjørd eins.

Mælt verður eisini til at skjalfesta grundgevingar fyri, hví fráfaringaravtala verður gjørd heldur enn at siga fólki upp.

Og skjalfestast skal, hvussu nógv ein fráfaringaravtala kostar landinum sammett við eina uppsøgn.

Landsgrannskoðanin sigur eisini, at fólk, sum fáa fráfaringaravtalu, hava fakfelagsfólk ella advokat við, tá avtalan verður gjørd.

Mótroknast skal í møguligum inntøkum frá øðrum arbeiðsgevarum, og stovnsleiðslur skulu brúka rundskrivið “um burturbeining av KT-útbúnaði” um starvsfólk fáa arbeiðsamboð við sær í sambandi við fráfaringaravtalur.  
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. januar
Nú er kósin sett og vit hyggja at 2026
202259
Mánadag 5. januar
Morgunlestur mánadagur 5.januar 2025
202087
Sunnudag 4. januar
Ættirnar syngja og suða
202225
Sunnudag 4. januar
Bolero - Nýggjárstónleikur
202219
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 5. januar
Veðrið
202274
Sunnudag 4. januar
Møti hjá Frelsunarherinum
202233
Sunnudag 4. januar
Andakt við Rasmus Petersen
202230
Fríggjadag 2. januar
Veðrið
202182
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150