Viðgera barsilsfarloyvi til samkynd í aðru viku

Viðgera barsilsfarloyvi til samkynd í aðru viku
Átta andstøðutingfólk løgdu uppskotið fram tann 20. oktober. Men fyrsta viðgerð hevur ikki verið enn
Uppskotið um at javnseta samkynd foreldur við onnur foreldur í Barsilsskipanini varð lagt fram 20. oktober, og ætlanin er at hava fyrstu viðgerð av uppskotinum í aðru viku
 
05.11.2020 - 15:14

Uppskotið um at geva samkyndum foreldrum barsilsfarloyvi og barsilspening er ikki komið á skránna hjá løgtinginum.

Átta andstøðutingfólk løgdu uppskotið fram tann 20. oktober. Men fyrsta viðgerð hevur ikki verið enn.

Og hon er heldur ikki á skránni fyri næsta tingfund, sum verður 12. november.

Onkur í samgonguni sigur seg taka undir við uppskotinum. Onnur eru hart ímóti tí.

Løgmaður hevur sagt, at landsstýrið er á veg við einum uppskoti um barsilsfarloyvi og barsilspening til samkynd. Men tað er ikki komið enn.

Eingin freist

Mál, sum skulu avgreiðast fyri nýggjár, skuldu leggjast fram í seinasta lagi í gjár. Tað ber tó til enn at koma í tingið við uppskotum, men tey uppskotini krevja undirskriftir frá 17 tingfólkum.

Sambært tingskipanini er eingin freist frá tí, uppskot koma í tingið, til fyrsta viðgerð er.

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, sigur, at málið fær fyrstu viðgerð í aðru viku.

Av tí at nógv løgtingsfólk eru uppstillað, nú kommunuval verður, bíða nógv tingmál til eftir valið, sigur løgtingsformaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541