Kambur komin til Føroya

Kambur komin til Føroya
Nýggja frystilínuskipið Kambur, sum felagið M&S Strendur, hevur keypt úr Noregi, kom á Havnina í morgun.
Mynd: Nýggi Kambur
 
07.11.2020 - 13:46

Nýggja frystilínuskipið Kambur, sum felagið M&S Strendur, hevur keypt úr Noregi, kom á Havnina í morgun.

Frystilínuskipið skal avloysa verandi Kamb, sum felagið á Strondum hevur selt til eitt felag í Vestmanna.

Frystilínuskipið er bygt í 1998, er 46 metrar langt, 11 metrar breitt og tekur 320 tons.

Skipið hevur dragibrunn, sum merkir, at teir draga línuna upp gjøgnum skipið.

Frammanundan er tað bara eitt línuskip í landinum, sum hevur dragibrunn, og tað er Klakkur, sum eisini er keyptur úr Noregi.

Nýggi Kambur kom á Havnina klokkan 9 í morgun, og skipið fer skjótt av Havnini aftur, upplýsir Tórshavnar Havn.

Í sambandi við at nýggi Kambur kemur til Føroya, verður skipað fyri almennari móttøku á havnarlagnum á Hulki.

Koronutilmælini verða fylgd, og øll vitjandi verða skrásett, skrivar Sjóvar kommuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328