Ársins lið 2020: Petur er ársins leikari

Ársins lið 2020: Petur er ársins leikari
Føstu fótbóltsviðmerkjararnir hjá 3-2 hava valt ársins lið og millum annað peikað á Petur Knudens úr NSÍ sum ársins leikara
Grafikkur: Høgni Egholm Magnussen
Mynd: Mureldur, Bárður Eklund, Føroysk Fótbóltskort  
 
09.11.2020 - 21:59
Síðst í 3-2 sendingini í kvøld valdu Páll Mohr Joensen og Helgi L. Petersen ársins lið, venjara, leikara, unga leikara og gjøgnumbrot. 
 
Ársins lið 2020
Spælskipan: 4-4-2
 
Málverji: Teitur Matras Gestsson (HB)
 
Høgri bakkur: Jóanes Kalsø Danielsen (KÍ)
Miðverji: Oddur Højgaard (NSÍ)
Miðverji: Bartal Wardum (HB)
Vinstri bakkur: Daniel Johansen (HB)
 
Høgri miðvallari: Jóannes Bjartalíð (KÍ)
Sentralur miðvallari: Heðin Hansen (HB)
Sentralur miðvallari: Sølvi Vatnhamar (Víkingur)
Vinstri miðvallari: Petur Knudsen (NSÍ)
 
Áleypari: Klæmint Andrasson Olsen (NSÍ)
Áleypari: Uros Stojanov (ÍF)
 
22 ára gamli Petur Knudsen úr NSÍ bleiv valdur til ársins leikara.
 
Jens Berthel Askou, venjarin hjá HB, er ársins venjari. 
 
Samuel Chukwudi Johansens úr HB er ársins ungi leikari

Hilmar Leon Jacobsen er ársins gjøgnumbrot. 
 
Myndirnar av leikarunum í sambandi við ársins lið stava frá fótbóltskortunum, og tær hava fotografarnir Mureldur og Bárður Eklund tikið fyri Føroysk Fótbóltskort. 
 
Grundgevingarnar fyri Ársins liði eru síðst í 3-2 sendingini, sum kann síggjast HER.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391