Kristin Michelsen kann skipa meirluta

bannari
Kristin Michelsen kann skipa meirluta
Núverandi borgarstjóri vil tó ikki siga, um borgarstjórin á Tvøroyri eisini í framtíðini eitur Kristin Michelsen
Kristin Michelsen, fyrstvaldur á Tvøroyri
10.11.2020 - 21:55

Kristin Michelsen á Tvøroyri gjørdi aftur hesaferð eitt sera gott val, og listin hjá honum kann einsamallur skipa meiriluta á Tvøroyri.

Borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, ið hesaferð stillaði upp á felagslistanum, gjørdi aftur í ár eitt sera gott val. Hann fekk 285 persónligar atkvøður.

Álitisváttan frá veljarunum

Hóast tað er eitt sindur færri enn til seinasta kommunuval, tá ið hann fekk 297 persónligar atkvøður, so fekk hann aftur hesaferð eina álitisváttan frá borgarunum á Tvøroyri. 

Fýra fólk eru vald á felagslistanum, og trý fólk eru vald á Javnaðarlistanum.

Lurta eftir samrøðu, sum John Johannessen gjørdi við Kristin Michelsen.

Tey, sum eru vald á Tvøroyri, eru:

1 T Kristin Michelsen 285
2 C Bjarni Hammer 121
3 C Kristina Roest 95
4 T Anita Vibergsdóttir 84
5 T Alvi Mortensen 63
6 C Súsanna Bertholdsen 58
7 T Jónleyg Jespersen Bech 43
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334