Fólk í Belgia ókeypis koppseting

bannari
Fólk í Belgia ókeypis koppseting
Tamarhald er ikki á koronufarsóttini í Belgia í løtuni. Nú eru næstan 540.000 av teimum 11,5 milliónum fólkunum í landinum smittað
 
19.11.2020 - 05:52

Í Belgia hava myndugleikarnir gjørt av, at øll fólk í landinum skulu fáa ókeypis koppseting fyri koronu, tá heilivágurin verður tøkur, hevur belgiski heilsumálaráðharrin, Frank Vandenbroucke, boðað frá.

Hann sigur at tað fer at kosta samfelagnum nógv, men hann metir at tað er neyðugt at koppseta øll fólk í landinum, um tey ynskja tað.

Strong tiltøk sett í verk

Í Belgia er ikki tamarhald á koronafarsóttini í løtuni, og nú eru næstan 540.000 av teimum 11,5 milliónum fólkunum í landinum smittað við koronu.

Tað hevur fingið landið at seta strong tiltøk í verk. Millum annað eru matstovur og skeinkistøð stongd, og handlar sum ikki eru alneyðugir, eru stongdir.

Fólk hava bara loyvi at hitta eitt fólk uttanfyri sína egnu familju. Í Antwerpen hava myndugleikarnir skipað eina kanningarmiðstøð fyri koronu í eini kirkju, fyri at nøkta tørvin.

Noreg, Svøríki og Danmark ikki tikið støðu

Í nógvum londum verður umrøtt, um øll fólk í landinum skulu fáa tilboð um ókeypis koppingarevni. Higartil eru tað bara myndugleikarnir í Belgia og í Australia, sum hava avgjørt, at koppingarevnið verður ókeypis fyri fólk.

Í USA arbeiðir læknastovnurin við eini ætlan um at lata fólki ókeypis koppingarevni, men har er endalig støða ikki tikin enn.

Heldur ikki í Noregi, Svøríki ella í Danmark er endalig støða tikin til, um øll skulu fáa ókeypis koppingarevni fyri koronu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Leygardag 23. mai
Jambalaja - 230526
208745
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730