Artur fer undir fjórða skeiðið sum borgarstjóri

bannari
Artur fer undir fjórða skeiðið sum borgarstjóri
Sjóvar kommuna hevur stórar avbjóðingar, sum serliga knýta seg at Eysturoyartunlinum
Nývalda kommunustýrið í Sjóvar kommunu, sum skipaði seg í gjár
 
20.11.2020 - 13:05

Artur Johansen heldur fram sum borgarstjóri í Sjóvar kommunu. Nývalda kommunustýrið skipaði seg í gjár. Artur Johansen fer sostatt undir sína fjórðu setu sum borgarstjóri í Sjóvar kommunu.

Jóannes E. Markná varð valdur til varðaborgarstjóra. Nývalda kommunustýrið í Sjóvar kommunu sigur, at kommunan hevur stórar avbjóðingar, sum serliga knýta seg at Eysturoyartunlinum.

Avbjóðingar, ið helst eru av einum jaligum slagi, við fólkavøkstri, búskaparligum vøkstri og øktum møguleikum. Men eisini viðurskifti, ið leggja eitt størri trýst á tær tænastur, sum borgarar krevja, t.d. barnaansing, skúlar, bústaðarmøguleikar, vegir, arbeiðspláss o.a.

Delmar borgarstjóri í Hovi

Í Hovi verður Delmar Tausen nú aftur borgarstjóri. Bygdarráðið skipaði seg mikukvøldið, og varaborgarstjóri verður Jón Midjord, og triði limurin í bygdaráðnum er Bergljót Bertholdsen.

Delmar Tausen hevur tríggjar ferðir fyrr verið borgarstjóri í Hovi, men seinastu fýra árini hevur hann ikki verið í bygdarráðnum.

Á nýggjárinum fór fólkatalið í Hovi niður um 100, og tí eru bara tríggir limir í kommunustýrinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Nýtt ljóð
213419
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232