Svøríki manglar heilsustarvsfólk

bannari
Svøríki manglar heilsustarvsfólk
Nógv hava sagt seg úr starvi, og tey flestu sjúkrahúsini í landinum eru noydd at leiga fleiri starvsfólk
 
15.12.2020 - 06:27

Seks av sjey universitetssjúkrahúsum í Svøríki mangla heilsustarvsfólk, og á øllum sjúkrahúsum heitt á starvsfólk um at arbeiða yvirtíð, sigur svenska útvarpið.

Universitetssjúkrahúsið Norrlands í Umeå er tað eisini, sum sigur, at hjá teimum er ikki neyðugt at flyta starvsfólk millum deildir fyri at klára eykatrýstið, sum farsóttin elvir til.

Nógv siga seg úr starvi

Øll sjúkrahús utta Ørebro siga, at tey hava leigað inn fleiri heilsustarvsfólk, og at avtalaðar skurðviðgerðir mugu bíða.

Á Akademiska universitetssjúkrahúsinum í Uppsala hava 415 sjúkrarøktarfrøðingar, hjálparstarvsfólk og læknar sagt seg úr starvi fyrstu 10 mánaðirnar í ár, og tað eru 72 fleri enn somu tíð í fjør.

Tað sum vit øll stúra fyri er, at starvsfólkini í roynd og veru ikki hava orku til at arbeiða undir trýstinum, sum er í dag, sigur HR-leiðarin á Akademiska, Anna Wadenhov, sambært NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
Breddin: Ójavni
208015
Hósdag 7. mai
Ein løta við arbeiðaraskaldinum
208012
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904