Biden formelt valdur

Biden formelt valdur
Demokraturin, sum bjóðaði Trump av, varð í gjár formelt valdur til forseta í USA við 306 atkvøðum
 
15.12.2020 - 06:48

Demokraturin, Joe Biden, varð í gjár formelt valdur til forseta í USA, eftir at 306 valfólk atkvøddu fyri honum og varaforsetanum, Kamala Harris

Í talu stutt eftir atkvøðugreiðsluna, gav Biden sitandi forseta, Donald Trump, greið boð um at góðtaka, at hann hevði tapt valið.

Trump viðurkennir framvegis ikki valúrslitið

Joe Biden nevndi í taluni, at Trump í 2016 segði, at hann við 306 atkvøðum frá valfólkunum, hevði vunnið stórsigur. 

Verður tað roknað sum greiður sigur, skjýtur Biden, við allari virðing, upp, at Trump nú góðtekur, at Biden hevur vunnið.

Forsetin, Donald Trump, hevur sýtt fyri at viðurkenna valúrslitið á forsetavalinum, og hevur fleiri ferð sagt, at valsvik er farið fram.

Biden: Eg vóni ikki, slíkt hendir aftur

Joe Biden fanst eisini at Trump í taluni, og segði, at forsetin gongur í móti grundlógini og "fólksins vilja", tí hann ikki góðtekur ósigurin.

Advokatar hjá Trump hava sent inn meira enn 50 skuldsetingar móti valinum, men tær eru vístar aftur í fleiri statum - íroknað hon, sum varð skotin inn fyri Hægstarætt.

– Eg vóni inniliga, at vit ongantíð aftur skulu uppliva slíkar hóttanir og misnýtslu, sum vit hava sæð á hesum valinum, segði Joe Biden.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083