Meira enn 5.000 kr. á muni fyri sama arbeiði

Meira enn 5.000 kr. á muni fyri sama arbeiði
Løgtingið hevur endaliga samtykt broytingar í lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk
Tóra við Keldu, forkvinna í Megd, sigur, at tað hevur stóran týdning, at fólk við skerdum førleika varðveita tilknýti til arbeiðsmarknaðin, og fáa somu virðing sum onnur
 
15.12.2020 - 13:34

Við broytingini í lógini um tillagað størv, sum løgtingið endaliga samtykti í dag, verður stórur munur á teimum, sum eru í skipanini í løtuni, og teimum, sum koma í skipanina eftir 1. januar.

Ein lærari í tillagaðum starvi, har arbeiðsførleikarnir eru 30 prosent, fær eftir galdandi skipan 31.300 krónur um mánaðin. Tað fær hann framvegis eftir 1. januar, tí broytingin umfatar bara tey, sum koma í skipanina eftir nýggjár.

Men kemur ein lærari við somu skerdum førleikum í skipanina eftir 1. januar, fær viðkomandi 25.725 krónur um mánaðin, ella 5.575 krónur minni enn hin, sum longu er í skipanini frammanundan. 

Spara fimm milliónir

Uni Rasmussen, formaður í Trivnaðarnevndini, sigur, at lógarbroytingin hevur við sær, at landskassan sparir fimm milliónir kr.

Stóru andstøðuflokkarnir hava funnist hvassliga at lógarbroytingini, og teir mæltu til at fella uppskotið.

Undir viðgerðini í dag vístu tingfólk í andstøðuni á, at tað er skeivt at broyta eina skipan, sum riggar. Tey vístu eisini á, at tað er órættvíst, at fólk við somu førleikum skulu fáa ymiska løn í framtíðini.

Eiga at fáa somu virðing

Tóra við Keldu, forkvinna í Megd, hevur eisini funnist at ætlanini um at broyta skipanina. Hon vísir millum annað á týdningin av, at fólk við skerdum førleikum varðveita tilknýti til arbeiðsmarknaðin og fáa somu virðing sum onnur.

Eftir galdandi skipan fáa fólk í tillagaðum starvi ískoyti frá tí almenna, so at tey fáa somu sáttmálaløn sum onnur á arbeiðsmarknaðinum. 

Tá atkvøtt varð við triðju viðgerð í dag, vóru 16 atkvøður fyri, 11 ímóti, og tvær atkvøður vóru blankar.

Frammanundan atkvøddi tingið um eitt broytingaruppskot frá meirilutanum í trivnaðarnevndini, um at ongar broytingar skulu gerast í skipanini fyri tey, sum longu eru í skipanini. Tó skal mesta lønarískoytið vera 22.000 kr. Broytingaruppskotið varð einmælt samtykt.

Meiri verður at frætta um hetta málið í Degi og Viku í kvøld.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. desember
Guðstænasta úr Rituvíkar kirkju
201982
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201973
Hósdag 25. desember
Tórshavnar Manskór Jólakonsert
201682
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871
Hósdag 25. desember
Andakt jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201981