Arbeiðið verður boðið út í januar

Arbeiðið verður boðið út í januar
Umsitingarbygningurin hjá Sjóvinnustýrinum verður boðin út sum heildararbeiðstøka. Tann, sum vinnur útboðið, skal tekna, projektera og byggja
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur svarað Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni, um um Sjóvinnustýrið, sum skal byggja á Giljanesi
 
18.12.2020 - 08:50

Arbeiðið at byggja fyri Sjóvinnustýrið á Giljanesi verður boðið út í januar, í viku tvey.

Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann.

Umsitingarbygningurin hjá Sjóvinnustýrinum verður boðin út sum heildararbeiðstøka. Tann, sum vinnur útboðið, skal tekna, projektera og byggja.

Løgtingið samtykti í 2017, at Sjóvinnustýrið skuldi byggja í Vágum fyri í mesta lagi 13,7 mió. kr.

Verklagslógin um byggingina varð samtykt á vári 2018. 

Í fíggjarlógini í ár eru 5,3 mió. kr. til byggingina.

Sjóvinnustýrið hevur síðani á sumri 2016 húsast í fyribilshølum í Havn, eftir at stovnurin noyddist at flyta úr leigaðum hølum í Miðvági, sum ikki vóru mett at vera egnað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858