Fleiri skattakrónur í ár

Fleiri skattakrónur í ár
Bæði landið, kommunurnar og kirkjan hava fingið fleiri meira í skatti higartil í ár enn í fjør.
Okkurt um 150 mió. kr. meira eru komnar í skatti í ár enn í fjør.
 
25.12.2020 - 13:28

Bæði landið, kommunurnar og kirkjan hava fingið fleiri skattakrónur higartil í ár enn í fjør.

Til 1.desember hevði landið fingið fýra prosent meira í landsskatti og góð sjey prosent meira í eftirlønarskatti.

Kirkjuskatturin gav 6,28 prosent meira enn í fjør.

19 kommunur hava fingið meira

Og fyribilsskatturin hjá kommununum var 3,24 prosent størrri.

Tíggju kommunur hava fingið minni skatt enn í fjør. Hinar 19 hava fingið meira í kassan í ár.

Í prosentum er lækkingin hjá Viðareiðis kommunu tann størsta, hon er 8,67 prosent.

Í hinum endanum er Húsavíkar kommuna. Hon hevur fingið 8,55 prosent meira í skatti í ár enn í fjør.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 11. juni
Morgunlestur hósdagur 11.juni 2026
209283
Mikudag 10. juni
Skratsj 10. juni 2026
209530
Mikudag 10. juni
Morgunlestur mikudagur 10.juni 2026
209282
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Nýggjastu sendingar í SV