Bjargarar at leita eftir teimum burturblivnu

Bjargarar at leita eftir teimum burturblivnu
Í dag fara bjargingarfólk at leita eftir teimum 10 fólkunum, sum ikki er komin afturíaftur eftir stóru skriðuna, sum leyp norðanfyri Oslo mikudagin
Higartil hevur verið leita við dronu
Mynd: Photo: Fredrik Hagen / NTB  
 
01.01.2021 - 12:19

Nú skulu bjargingarfólk og hundaførarar leita eftir teimum burturblivnu í Gjerdrum, norðanfyri Oslo, har ein stór skriða leyp mikudagin, skrivar VG.

10 fólk eru framvegis ikki komin afturíaftur.

Higartil hevur verið leitað við dronu, tí tað hevur verið ov vandamikið at senda fólk inn í sjálvt økið at leita. 

 - Tað hevur ikki eydnast okkum at senda bjargingarfólk inn enn, men vit vóna, at tað fer at eydnast okkum í dag, sigur átaksleiðarin, Ketil Lund, við VG.

DR skrivar at talan er um svenskar bjargingarserfrøðingar, sum skulu inn í sokallaða reyða økið, har jørðin framvegis flytir seg  at leita eftir fólki inni í húsunum.

 - Vit fara inn í niðara partin av økinum at leita í húsum, har tað ber til. Kanningararbeiðið kann vera vandamikið, men vit eru væl fyrireikað, sigur átaksleiðarin hjá løgregluni, Roy Alkvist, sambært DR. 

Skriðan er umleið 300 metrar breið og umleið 700 metrar long. Níggju bygningar, har 31 húski hava búð, eru farin í skriðulopinum. Seks bilhús eru eisini farin í skriðulopinum. Skriðan ger enn um seg og vandi er fyri, at fleiri hús kunnu fara í skriðuni, skrivar VG.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096