Løgreglan við áheitan

Løgreglan við áheitan
Tey vilja heita á fólk, sum ætla sær í hagan í myrkri, um at boða løgregluni frá
 
03.01.2021 - 13:17

Klokkan 22:30 leygarkvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at trý ljós frá lummalyktum fluttu seg í fjøllunum tætt við Oyndarfjørð.

Løgreglan sendi tí fólk at finna fram til, um alt var sum tað skuldi, og tað vísir seg, at tað vóru fólk, sum vóru farin í hagan at taka myndir av vakra mánalýsinum. 

Tað hendir meira enn so, at løgreglan setir størri kanningararbeiði í verk, tí stúrt verður fyri, at folk eru komin í neyð í fjøllunum, men at tað síðani vísir seg, at fólkini bara eru farin ein túr.

Tí sigur vakthavandi á løgreglustøðini í morgun, at tey vilja heita á fólk, sum ætla sær í hagan í myrkri, um at boða løgregluni frá, so tá fráboðanir koma inn, so hevur løgreglan samband við tey, sum eru farin í hagan, og sleppur undan at seta størri kanningararbeiði í gongd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809