Føroyingar lumpaðir á netinum

Føroyingar lumpaðir á netinum
Løgreglan mælir til, at fólk mugu ansa sær á sosialum miðlum
 
03.01.2021 - 13:27

Løgreglan fær javnan fráboðanir um, at fólk eru lumpað á sosialu miðlunum, og enda í einari støðu, har longri samskifti leiðir til, at tey til dømis enda á einari ókendari heimasíðu ella app.

Síðani verður teirra telda hackað og tey vera hótt eftir pengum, um tey ikki vilja at teirra privatu viðurskifti enda úti alment. Og nú um dagarnar tekur hetta fyribrigdi dik á seg. 

Tí sigur løgreglan við Vágaportalin, at fólk mugu ansa sær, tá ið tey játta vinarumbønir og taka upp samskifti við fólk, sum tey ikki kenna. 

Trupult at "síggja" lumpingina

Løgreglan fekk um dagarnar fráboðan frá einum, sum kærdi sína neyð, tí viðkomandi góðtrúgvin hevði latið seg lumpað, og nú ikki visti síni livandi ráð.

Í hesum málinum var torført at síggja, at talan var um ein falskan vanga, tí viðkomandi hevði yvir 50 føroyskar vinir. Men vangin var also falskur. 

Løgreglan sigur við Vágaportalin, at tey vilja heita á fólk um at ansa eftir, hvønn tey góðteka sum vin á sosialu miðlunum, og at tey vilja heita á foreldur um at práta við síni ungu um hetta. 

Mál av hesum slagnum verða altíð send víðari til kanningar hjá serkønum, men sjaldan hendir meira enn tað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650