Nýtt koppingarevni verður nú góðkent

bannari
Nýtt koppingarevni verður nú góðkent
Koppingarevnið hjá heilivágsfyritøkuni, Moderna, verður helst góðkent í dag ella í morgin, vænta evropeiskir myndugleikar
Heilivágsfyritøkan, Moderna, hevur ment eina koronukoppseting, sum myndugleikarnir í Evropa nú fara at góðkenna
Mynd: AP  
 
04.01.2021 - 15:04

Evropeiskir myndugleikar fara væntandi at góðkenna koppingarevnið hjá heilivágsfyritøkuni, Moderna, í dag ella í morgin, sigur stjórin í danska heilivágsstýrinum.

 Stutt eftir at koppingarevnið er góðkent, ber til at koppseta, men tað er Moderna, sum skal fáa gongd á útflutningin, sigur Thomas Senderovitz, stjóri í heilivágsstýrinum.

Moderna er heldur minni fyritøka enn Pfizer, sum hevur gjørt koppingarevnið, ið flestu lond í Evropa brúka. Tað hevur eisini við sær, at Moderna kann ikki framleiða so nógvar skamtar.

Thomas Senderovitz væntar, at um einar tveir, tríggjar mánaðir verður Moderna ført fyri at gera størri nøgdir av koppingarevni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572