Flogførini fluttu meira post í 2020

Flogførini fluttu meira post í 2020
Flogposturin er tað einasta, sum hevur størri tøl í fjør enn í 2019
 
06.01.2021 - 07:16

Annars eru øll tøl viðvíkjandi flogferðsluni í Føroyum nógv minni í fjør enn í 2019. Í fjør komu ella fóru góð 255 tons av posti við flogfari, knappliga sjey tons fleiri enn í 2019.

Farmurin fór næstan niður í helvt, úr 1.228 tonsum biður í 673 tons. Fráferðirnar og komurnar vóru 2.200 færri í fjør enn í 2019. Tær vóru 3.488 í fjør.

Ferðafólkatalið á flogvøllinum í Vágum minkaði næstan 60 prosent í fjør sammett við 2019. Minkingin er 57,6 prosent. Í 2019 vóru ferðafólkini 424.281 í tali. Í fjør vóru tey 179.788.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911