Sigrun Gunnarsdóttir fekk Mentanarvirðislønina

Sigrun Gunnarsdóttir fekk Mentanarvirðislønina
Mentanarvirðisløn landsins er 150.000 krónur
Sigrun Gunnarsdóttir, listakvinna, hevur fingið Mentanarvirðisløn landsins í ár
 
13.01.2021 - 20:10

Sigrun Gunnarsdóttir, listakvinna, hevur fingið Mentanarvirðisløn landsins fyri 2020.

Tað er greitt, nú landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, hevur handað Sigrun Gunnarsdóttir heiðursbræv á samkomu í Løkshøll í kvøld.

Í grundgevingini fyri at lata Sigrun Gunnarsdóttir Mentanarvirðislønina stendur millum annað soleiðis:

Sigrun Gunnarsdóttir, hvørs myndevni áhaldandi hugtaka og tala til okkara, er ein listakvinna í støðugari menning. Gjøgnum listina sigur hon søgur. Søgur um menniskju og mannakor, djór og náttúru og alt tað alheimsliga, vit kenna. Hon lýsir tað stóra í tí smáa og gevur myndevnunum eina nýggja frásjón, eitt nýtt dýpi. Hon gongur egnar leiðir við sínum sterka, livandi og symbolska myndamáli.

Fyri listarligu gávurnar, Sigrun Gunnarsdóttir áhaldandi gevur okkum, fær hon Mentanarvirðisløn landsins.

Mentanarvirðisløn landsins verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik. Saman við heiðrinum fylgir ein peningagáva upp á 150.000 krónur.

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Rørd listakvinna

Sigrun Gunnarsdóttir viðgekk, at hon bleiv sera rørd, tá hon fekk at vita frá aðalstjóranum í Mentamálaráðnum, at hon fekk Mentanarheiðursløn landsins 2020.

- Listin er hjartað, ið eg læti úr og gevi tær, segði listakvinnan, tá hon takkaði øllum, sum høvdu hjálpt henni á leið. 

Sigrun Gunnarsdóttir heitti á myndugleikarnar um framhaldandi at heiðra og stimbra listini, tí listin er hjartaslátturin í samfelagnum. 

- Eg vóni, at eg framvegis kann vera við til at geva víðari tað, ið eg havi fingið, gjøgnum listina, segði listakvinnan, sum eisini heitti á onnur listafólk um at leggja alla orku í at menna Føroyar listarliga, so landið verður ein mentanardepil, ið onnnur kunnu spegla sær í. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977