TB sett kvinnu sum høvuðsungdómsvenjara

TB sett kvinnu sum høvuðsungdómsvenjara
Tvøroyrar Bóltfelag hevur sett bretan, Helen Nkwocha, í starv sum høvuðsungdómsvenjara. Hon hevur drúgvar royndir bæði sum spælari og venjari
Bretin, Helen Nkwocha, er sett sum høvuðsungdómsvenjari í TB
 
19.01.2021 - 14:01

TB hevur sett Helen Nkwocha í starv sum høvuðsungdómsvenjara í felagnum. Hon fær høvuðsábyrgdina av at menna ungdómsfótbóltin á Tvøroyri.

Hon spældi við m.a. Millwall, Wimbledon, Crystal Palace og Fulham, áðrenn hon gavst vegna skaða.

Helen Nkwocha hevur A-venjaraprógv frá UEFA, og hevur verið knýtt at feløgum sum Tottenham, New York Red Bulls, Manchester United og Arsenal.

Vit í felagnum eru sera spent uppá, at hon kemur í gongd við arbeiðið, og at vit saman kunnu halda fram við at menna felag og leikarar, skrivar TB.

Helen Nkwocha kemur til Føroyar um mánaðarskiftið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400