- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ringt veður í 20 ár
Tað vísir ein kanning, sum týska tankasmiðjan Germanwatch hevur gjørt í sambandi við ein talgildan toppfund um veðurlagsbroytingar, sum byrjaði í gjár.
Millum luttakararnar á fundinum vóru Boris Johnson fyri Bretland, John Kerry fyri USA og ST-aðalskrivarin, Antonio Guterres.
Kanningin vísir eisini, at fátæk lond verða harðast rakt av ekstremum veðurfyribrigdum, tí tey ikki hava so góða tilbúgving, og tí avleiðingarnar merkjast harðari hjá teimum enn hjá meira framkomnum londum.
Neyðugt við 430 milliardum um árið
Til dømis uppliva lond sum Haiti, Pakistan og Filipsoyggjar so ofta ekstremt veður, at tey ikki megna at fóta sær frá einari vanlukku til ta næstu, so at siga.
Paris-avtalan frá 2015 sigur, at góðar 310 milliardir krónur hvørt ár skulu setast av til at hjálpa londum, sum líða mest undir veðurlagsbroytingum.
Men náttúruvanlukkurnar eru fleiri og ógvusligari nú enn tá avtalan varð gjørd. ST hevur sagt, at tað verður neyðugt við upp aftur størri upphæddum í árunum, sum koma.
Mett verður, at fyri at kunna geva munagóða hjálp er neyðugt við 430 milliardum krónum um árið, men sum nú er eru bara 180 milliardir tøkar.