VIKUKJAKIÐ: Hol, ljós og røringur

VIKUKJAKIÐ: Hol, ljós og røringur
Dagfinn Olsen, Steinar Patursson og Maria Ziskason tóku saman um vikuna
Dagfinn Olsen, Steinar Patursson og Maria Ziskason
Mynd: Ingi Rasmussen  
 
03.05.2025 - 13:22

Skulu vit ikki tola, at kritiskt ljós verður kastað á eina so stóra verkætlan, sum Suðuroyartunnilin er? Er tað ikki í lagi, at røringur kemur í, tá ið fólkaræðið tekur stórar avgerðir, sum ávirkar alt fólkið nógv ár frameftir?

Vikukjakararnir settu hvør sítt orð á vikuna, sum fer, og tey vóru: Hol. Ljós. Røringur.

Tey, sum kjakaðust, vóru Steinar Patursson, Maria Ziskason og Dagfinn Olsen.

Stóra kjakevnið hesa vikuna var øllum kunnugt Suðuroyartunnilin. Skulu vit hava ein Suðuroyartunnil, sum er nógv tann størsta verkætlan nakrantíð í Føroya søgu. Kjakast var um onkur av ivamálunum, og tann týdning, sum Suðuroyartunnil fer at fáa.

Arbeiðarafeløgini hildu altjóða stríðsdagin 1. mai, og tey fóru illa við politisku skipanini. Kjakararnir hildu sum við ein munn, at arbeiðaradagurin framvegis er viðkomandi.

Í USA hevur Donald Trump sitið við valdið í 100 dagar, og hóast hann heldur hetta vera bestu fyrstu 100 dagarnir hjá einum forseta nakrantíð, vóru kjakluttakararnir ikki eins fegnir um avrikini.

Hoyr alt vikukjakið her

1741372

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817