Nýggjur leiðari í Javna

Nýggjur leiðari í Javna
Marjun Olsen Lützen tekur við starvinum mánadagin
 
29.01.2021 - 14:04

1. februar tekur Marjun Olsen Lützen við starvinum sum dagligur leiðari hjá Javna. 

Marjun Olsen Lützen er 39 ára gomul.

Hon hevur tikið BA-útbúgving í altjóða viðurskiftum og sosiologi í London og cand.mag. í mentan, samskifti og alheimsgerð á universitetinum í Aalborg.

Marjun Olsen Lützen hevur fyrr starvast sum samskipari í Byggiharrasamtaki Føroya og skrivari/fulltrúi á Sendistovu Føroya í Brússel.

At arbeiða við viðurskiftum á brekøkinum verður ein nýggj avbjóðing hjá henni, sigur Javni í tíðindaskrivi.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493