Landsstýrismaðurin nøgdur við koppsetingina

bannari
Landsstýrismaðurin nøgdur við koppsetingina
Av teimum umleið 4.000 fólkunum, sum higartil eru koppsett í Føroyum, eru færri enn 100 koppsett við avlopsskamtum, sigur Heilsumálaráðið
Færri enn 100 fólk eru koppsett við avlopsskamtum, og av hesum eru umleið 80 starvsfólk, sum hava beinleiðis samband við sjúklingar, sigur Heilsumálaráðið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.02.2021 - 13:33

Landsstýrismaðurin í heilsumálum er nøgdur við framferðina í sambandi við koronukoppsetingina á Landssjúkrahúsinum, hóast tað í Degi og Viku í gjárkvøldið kom fram, at tey á Landssjúkrahúsinum hava koppsett stjóran, fólk á stjórnarskrivstovuni, á starvsfólkadeildini, í køkinum, á vaskaríinum, á teknisku deild, á fíggjardeildini og KT-fólk.

Steinar Eirikstoft, sum eisini er forstjóri í sjúkrahúsverkinum, er ein av teimum, ið er koppsettur. 

Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar sjúkrahúsi, er ikki koppsett. Hon segði í Degi og Viku, at tey hava gjørt eina mannagongd, har ringt verður eftir sjúklingum, tá koppingarevni loypir av.

Farið er rætt fram

Kaj Leo Holm Johannessen, landsstýrismaður í heilsumálum. sigur í tíðindaskrivi, at talan er um støður, sum komu í ta fyrstu tíðina, farið var undir at koppseta fyri koronu.

Tá kom tað fyri, at skamtar lupu av, tí innkallað fólk annaðhvørt ikki møttu upp til koppseting, ella góvu avboð í evstu løtu. Eisini vísti tað seg, at tað var meira koppingarevni í gløsunum, enn vaksinuframleiðarin hevði upplýst.

Og tí heldur landsstýrismaðurin, at koppsetingin er farin rætt fram.

Sjey skamtar

Fyrstu koppsetingarnar á Landssjúkrahúsinum vóru 30. desember í fjør. Tá hevði longu verið frammi aðrastaðni í Evropa og í Danmark, haðani vit fáa koppingarevnið, at til bar at fáa upp í sjey skamtar í hvørjum glasi, heldur enn fimm, sum annars varð upplýst. Í Danmark komu tíðindini um, at sjey skamtar vóru í hvørjum glasi, 28. desember.

Av teimum umleið 4.000 fólkunum, sum higartil eru koppsett í Føroyum, eru færri enn 100 koppsett á henda hátt við avlopsskamtum, skrivar Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi. 

Umleið 80 av hesum eru starvsfólk, sum eru í serligum vandabólki, tí tey hava beinleiðis samband við sjúklingar, og kortini skuldu verið koppsett samsvarandi koppsetingarkunngerðini.

Hini 20 hava ikki beinleiðis samband við sjúklingar í gerandisdegnum, sigur Heilsumálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Fríggjadag 11. september
LEITISSTEIN 11.09.2026 (Silvurdrongur)
213130
Fríggjadag 11. september
Breddin: Hvat halda tingfólk um PISA-úrslitið?
213107
Fríggjadag 11. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Karin Bech
213097
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065