Demokratarnir farnir úr landsstýrinum

Demokratarnir farnir úr landsstýrinum
Flokkurin vil hava landsstýrisformannin at skriva út val
Jens-Frederik Nielsen er formaður hjá Demokratunum í Grønlandi, sum eru farnir í landsstýrissamgonguni
Mynd: Sermitsiaq  
 
08.02.2021 - 14:44

Demokratarnir eru farnir úr politisku samgonguni í Grønlandi.

- Vit mæla til, at val verður útskrivað nú, segði Jens Frederik Nielsen, formaður hjá Demokratunum, á tíðindafundi fyri løtu síðani.

Hóast Demokratarnir nú fara úr samgonguni, og floksformaðurin mælir til nýval, er tað als ikki vist, at val verður útskrivað í Grønlandi.

Ta avgerðina hevur Kim Kielsen, landsstýrisformaður.

Kim Kielsen kann útskriva val í Grønlandi, men hann kann eisini halda fram við minnilutastjórnini, sum hann eisini hevur gjørt síðani 2018.

Demokratarnir komu ikki upp í samgonguna í Grønlandi fyrr enn 29. mai í fjør.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011