- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrimyndin 2020: Malvinus er íðin og treiskur
Bláa og gula judomáttan er full av spentum íðkarum í øllum aldri. Soleiðis er fleiri ferðir um vikuna í Klaksvíkar Judofelag, sum telist millum størstu judofeløg í landinum.
Men var tað ikki fyri Malvinusi í Gong, var neyvan lív í felagnum í dag.
Óvirkið í 16 ár
Virksemið í Judofelagnum í Føroya næststørsta býi steðgaði um aldarskiftið, tá fleiri av íðkarunum, sum høvdu verið virknir í felagnum, fluttu av landinum.
Steðgurin vardi í samfull 16 ár. Fyri góðum fýra árum síðani gjørdi Malvinus í Gong av, at nú skuldu norðoyingar aftur sleppa at íðka japansku stríðsítróttina.
Hann endurstovnaði sovandi judofelagið av sínum eintingum.
– Tú byrjar við ongum. Her var eingin mátta, eingin peningur var á konto og einki fólk, sigur Malvinus í Gong.
Vil hjálpa øðrum
Judomaðurin úr Klaksvík fór ikki í gongd við verkætlanina, tí hann keddi seg. Í veruleikanum hevur hann als ikki tíðina, sum hann brúkar í felagnum.
Grundin til, at hann fleiri ferðir um vikuna møtir at venja bæði børn, ung og vaksin, er einføld.
– Tað er hendan kenslan av, at tú hjálpir øðrum, sigur Malvinus í Gong.
– Tá eg byrjaði, gjørdi eg alt fyri eitt av, at tey, sum skuldu vera partur av felagnum, skuldu gera sær greitt, at hetta ikki snúði seg um okkum, men um limirnar.
Eitt gevandi tilboð fyri øll
Og limirnir eru væl nøgdir við arbeiðið, sum Malvinus í Gong hevur gjørt í Klaksvík.
– Tað eru nógv, sum møta upp, og tað eru nógv, sum tíma, men tað krevur eisini, at tað er ein krumtappur - ein, sum alt hitt melur rundan um - og tað er Malvinus, sigur Heini Ziska Dahl, ið eigur tvær gentur, sum íðka í felagnum.
Judomaðurin er ikki av tí slagnum, sum byrjar, men síðan sleppur endanum.
– Hann er íðin, ella kanska skuldi eg brúkt orðið "treiskur." Tí eitt er at seta í gongd, men annað er at fylgja upp, sigur Leivur Vitalis, íðkari og venjari hjá felagnum.
Gagnar føroysku judofamiljuni
Endurstovnaða felagið kemur ikki bara norðoyingum til góðar. Føroyska judofamiljan stórfegnast nevniliga um vaksandi talið av ungum íðkarum.
– Tað er heilt fantastiskt at fáa nýggj initiativir, nýggj hugskot. Tað smittar av og lyftir okkum øll, sigur Kristianna á Túgvu, forkvinna í Sunda Judofelag.
– Onkur skal dríva verkið, og tað megnar Malvinus væl. So kunnu vit onnur renna saman við ella aftaná. Tað er ordiliga gott við slíkum eldsálum, leggur hon afturat.