- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radari skal setast upp í Føroyum
Radari skal setast upp í Føroyum
Verjuætlanin í Arktis er nú løgd fram og ætlaninar í Føroyum útgreinaðar
Radarar á Sornfelli
11.02.2021 - 21:06
Ein radari skal setast upp í Føroyum. Hann fer at kosta 390 milliónir krónur.
Eisini skulu dronur flúgva yvir Grønland og Føroyar. Tær skulu hava eftirlit við millum øðrum skipaferðslu.
Danir siga, at føroyingar eiga síðsta orðið um radari skal setast upp í Føroyum, men vænta og vóna, at føroyingar geva játtandi svar.
Uttanlandsnevndin í løgtinginum sigur seg ikki verða nóg væl kunnaða um ætlaninar. Tey kallaðu Jenis av Rana í samráð tá tað frættist, at danska stjórnin legði ætlaninar fram.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




















