Verkfalsvápnið verður útholað

Verkfalsvápnið verður útholað
Sáttmálar ganga út, og semingsroyndir miseydnast, men partarnir tykjast ikki longur vilja taka stríðsstig. Tað undrar Jákup Danielsen, fyrrverandi formann í Starvsfelagnum
Verandi skipan við stríðsstigum og verkfalsrætti verður útholað, verður hon ikki brúkt, heldur Jákup Danielsen, fyrrverandi formaður í Starvsfelagnum.
Mynd: Av Facebook-vanga  
 
25.10.2026 - 19:44

Stór arbeiðsøki, bæði privat og almenn, liggja í sáttmálaloysi, tí allar semingsroyndir eru miseydnaðar. Men síðan hendir onki, tí hvørgin partur tykist longur leggja í at taka stríðsstíg og lýsa annaðhvørt verkfall ella verkbann. Tað ørkymlar Jákup Danielsen, sum var formaður í Starvsfelagnum - sum tá æt Starvsmannafelagið - frá 1992 til 1997, og undan tí sat í nevndini har í fleiri ár. Verandi skipan við stríðsstigum verður útholað, um hon ikki verður brúkt, heldur hann.

Hann undrast millum annað á, at Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið vrakaðu eitt semingsuppskot um nýggjan sáttmála fyri fiskiskipini, og síðan fóru heim at sova upp á tað.

Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, heldur hinvegin, at tað hoyrir einari farnari tíð til at fara í verkfall beinanvegin, um ein semingsroynd miseydnast.

annfinnur_gardalid.jpeg

Title text: 
Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

1840258

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329