- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fossdalsgjógv: Búnaðarstovan mælir eisini frá
Búnaðarstovan mælir eisini frá, at uppskotið um serstaka byggisamtykt fyri Fossdalsgjógv verður samtykt og góðkent.
Búnaðarstovan mælir í staðin til, at alt lendið í Fossdali verður í byggisamtykt til landbúnaðarvirksemi, og verður varðveitt til hetta endamál.
Lendið er partur av festinum Líðarhaga, sum Páll Djóni á Steinum hevur.
Hagin er fýra merkur og ber 120 áseyðir.
Tilsøgn um køst
Búnaðarstovan hevur givið festaranum tilsøgn um loyvi at byggja køst til avgassað flótitøð frá biogassverkinum Førka beint niðan fyri landsvegin í Fossdali.
Í september í fjør segði Búnaðarstovan, at hon var sinnað at avhenda økið, um so er, at byggi- og planmyndugleikin, Tórshavnar kommuna, broytir byggisamtyktina fyri økið, og staðfestir, at økið skal brúkast til annað endamál enn landbúnað.
Tá byggisamtyktin er broytt, og øll onnur neyðug loyvi eru fingin, er vanliga mannagongdin tann, at Búnaðarstovan fær umsókn um at keypa lendið.
Umsóknin verður send til hoyringar hjá festara, sum hevur møguleika at kæra avgerðina hjá Búnaðarstovuni um sølu til landbúnaðarstevnu.
Fyri einum ári síðani var niðurstøðan hjá Búnaðarstovnuni tann sama sum nú.
Hon mælti frá at brúka lendið til annað enn landbúnað.
Nøkur mótmæli
Nøkur mótmæli eru komin, nú Tórshavnar býráð hevur samtykt at gera serstaka byggisamtykt fyri Fossdalsgjógv við Velbastað.
Býráðið í Havn samtykti 17.desember í fjør uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt, tí Gist og Vist ætlar at byggja matstovuna Koks við gjónna.
Undir tí eina mótmælinum, sum Páll Djóni á Steinum, festari, tók stig til, eru 153 undirskriftir.
Páll Djóni á Steinum hevur eisini mótmælt sjálvur.
Eitt mótmæli er frá Kára Thomsen og eitt frá Bóndafelagnum.