Færri í Landsbankanum, fleiri í Bústøðum

Færri í Landsbankanum, fleiri í Bústøðum
Kommunufelagið undrast á, at færri nevndarlimir vera í Landsbankanum, samstundis um fleiri nevndarlimir skulu vera í Bústøðum
Kommunufelagið hevur gjørt viðmerkingar um nevndarsessir
 
19.02.2021 - 08:55

Kommunufelagið heldur tað vera løgið, at stýrið í Bústøðum verður brúkt sum grundgeving at minka landsbankanevndina.

Fíggjarmálaráðið brúkar millum annað stýrið í Bústøðum sum grundgeving fyri at minka landsbankanevndina úr sjey limum niður í tríggjar.

Í stýrinum hjá Bústøðum eru trý fólk. Og tað er ivaleyst, skilst á uppskotinum hjá Fíggjarmálaráðnum.

Men so er tað, at Kommunufelagið vísir á, at í einum øðrum lógaruppskoti frá landsstýrinum, frá Almannamálaráðnum, verður skotið upp at hava tveir limir afturat í stýrinum hjá Húsalánsgrunninum, hjá Bústøðum. 

Í staðin fyri tríggjar limir skal stýrið hava fimm limir.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928