Ein triðing dýrari

Ein triðing dýrari
Nýggju floghavnirnar í Nuuk og Ilulissat í Grønlandi kunnu gerast munandi dýrari enn ætlað, skriva grønlendskir miðlar
Flogvøllurin í Nuuk.
 
21.02.2021 - 15:38

Nýggju floghavnirnar í Nuuk og Ilulissat í Grønlandi kunnu gerast munandi dýrari enn ætlað, skriva grønlendskir miðlar.

Higartil hevur verið mett, at floghavnirnar fara at kosta umleið tríggjar milliardir krónur. 

Men felagið, sum stendur fyri byggingini, er nú farið at kanna møguleikarnar at læna 900 milliónir aftrat til verkætlanina, tí kostnaðarætlanin heldur ikki.

Í løtuni er ikki greitt, hvussu nógv floghavnirnar í Nuuk og Ilulissat fara at dýrka.

Sjálvstýrið eigur tveir triðingar

Grønlendska sjálvstýrið eigur 1,4 milliardir krónur í Kalaallit Airports International, og danski staturin eigur 700 milliónir kr.

Haraftrat hevur felagið lænt umleið 900 milliónir kr. til verkætlanina úr danska tjóðbankanum og norðurlendska íløgubankanum. 

Og nú er ætlanin at læna 900 milliónir aftrat.

Ætlanin er eisini at byggja floghavn í Qaqortoq í Suðurgrønlandi. Grønlendska sjálvstýrið fíggjar einsamalt hesa floghavnina. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta í Kaldbaks kirkju
206398
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356