Gott lag í eydnufinalu

Gott lag í eydnufinalu
Stórur dentur varð lagdur á stuttleika og eitt sindur minni á úrslit, tá hondbóltsspælararnir í Eydnudeildini spældu steypafinalu fyri fyrstu ferð
22.02.2021 - 12:05

Sunnudagin spældi Eydnudeildin steypafinalu í høllini á Hálsi.

Eydnuspælararnir hava avbjóðingar, sum avmarka teirra møguleikar at taka lut í skipaðum ítrótti. 

Í sløk trý ár hava tey vant hondbólt saman í Kollafirði eina ferð um vikuna, men hetta er fyrstu ferð, at tey hava spælt steypafinalu framman fyri larmandi áskoðarunum á Hálsi. 

 - Hetta er ein frálíkur møguleiki, sum vit hava fingið, sigur venjarin hjá Eydnudeildini, Morten Hust Petersen.

 - Og eg eri rørdur av, hvussu væl tiltakið eydnaðist. Tað var framúr gott og ein ótrúlig uppliving fyri børnini.

Tað er pláss fyri okkum

Størstu tøkini verða tikin í regluligu venjingunum í Kollafirði, har Eydnudeildin, sum formliga er ein partur av danska 'Lykkeliga', heldur til.

Men tað hevur kortini stóran týdning at sleppa at spæla steypafinalu.

 - Hetta merkir jú, at vit verða viðurkend, at tað er pláss fyri okkum í hondbólti og at vit sleppa at vísa tað fram, sum vit hava vant, sigur Morten Hust Petersen.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688