H71 avgjørdi við brotskasti í seinastu løtu

H71 avgjørdi við brotskasti í seinastu løtu
Longd leiktíð skuldi til, áðrenn steypavinnarin hjá monnum var funnin. Eitt brotskast í seinasta minutti avgjørdi finaluna ímillum H71 og Neistan
22.02.2021 - 12:25

Djóni Gaard Joensen skeyt gullið til Hoyvíkar, tá hann við brotskastið í seinastu løtu avgjørdi steypafinaluna við monnum millum H71 og Neistan.

Tá var dysturin farin út í umdyst - tvær ferðir fimm minuttir - og ilt var at taka dagar ímillum liðini. 

Stórur munur tó fyrstu løtuna. Neistin fekk ikki mál, og hoyvíkingar hóttu við at strúka avstað. Eina løtu var støðan 5-1 til H71, men Neistin fekk skjótt glið á spælið aftur. 

Tað, ið eftir var av dystinum, leikti javnt á. Verjurnar vóru stinnar, og málverjarnir stóðu væl. Serliga var maðurin í neistamálinum, Bence Gödor, fleiri ferðir avgerandi. 

Vanliga leiktíðin endaði 22-22, og tíggju minuttir seinni var 25-25. Tíggju sekund vóru eftir at spæla, tá H71 fekk brotskast, og Djóni Gaard Joensen ivaðist ikki, tók ábyrgdina á seg og fekk leiklutin sum steypahetja afturfyri.

H71 - Neistin 26-25 (13-11)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008