Gongur illa hjá SAS

Gongur illa hjá SAS
Hallið í vetur verður tað størsta í søguni hjá skandinaviska flogfelagnum
 
25.02.2021 - 07:47

Tað gongur illa hjá skandinaviska flogfelagnum, SAS, og hallið í vetur verður tað størsta í søguni hjá felagnum, skrivar Dagens Nyheter

Vanliga plaga flogfeløgini at leggja seg eftir at vinna pening tá fólk ferðast, um summarið og um jólini. Men ongantíð fyrr hevur SAS flogið við so nógvum tómum setrum, sum í vetur.

Felagið hevur ongantíð goldið vinningsbýtið í nýggjari tíð, og eftir gongdini sum nú er, verður tað ikki í bræði. Frá november í fjør til januar í ár, var umsetningurin 2,3 milliardir svenskar krónur, árið fyri var umsetningurin 9,7 milliardir krónur

Fyri skatt var úrslitið minus 1,9 milliardir krónur. Fyrr hevur SAS boðað frá, at úrslitið til oktober í fjør var minus 10 milliardir svenskar krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Leygardag 28. mars
Morgunlestur leygardagur 28.mars 2026
205925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297