- Tíðindi, mentan og ítróttur
Myanmar: 38 fólk doyðu í ófriði í gjár
Myanmar: 38 fólk doyðu í ófriði í gjár
Dagurin í gjár var tann blóðugasti í Myanmar síðani hernaðarkvettið 1. februar

04.03.2021 - 07:34
38 fólk lótu lív í ófriði í Myanmar í gjár, upplýsir ST-sendikvinnan í landinum, Chruistina Schraner Burgener.
Ógvuslig mótmæli hava verið gerandisdagur í landinum síðani 1. februar, tá landsins leiðari, Aung San Suu Kyi, varð rikin frá valdinum og handtikin saman við fleiri floksfeløgum.
Sambært ST-sendikvinnuni hava fleiri enn 50 fólk latið lív, og nógv hava fingið skaða síðsta í samanbrestum við hermegina síðsta mánaðin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























