Korona setti ferð á talgildu undirvísingina

Korona setti ferð á talgildu undirvísingina
Nýtslan í føroysku fólkaskúlunum er nógv økt, og eftirspurningurin eftir talgildum amboðum er eisini vaksin
 
07.03.2021 - 15:56

Korona hevur sett ferð á talgildu undirvísingina í føroyska fólkaskúlanum. Í dag eru tríggjar ferðir so nógvir brúkarar á office365-pallinum um dagin hjá fólkaskúlanum enn undan koronu.

Vit síggja, at nýtslan er farin nógv upp, og at eftirspurningurin eftir talgildum amboðum er vaksin, sigur Tóri Slættalíð, KT-ráðgevi hjá Námi, við Skúlablaðið.

Áðrenn koronu vóru okkurt um 600 brúkarar dagliga innritaðir á office365, sum er talgildi pallurin, fólkaskúlin brúkar. Í tíðarskeiðnum, meðan fólkaskúlarnir í Føroyum vóru afturlatnir í mars-apríl í fjør, fór talið upp á 5.000 um dagin.

Nýtslan minkað aftur

Áhugin fyri tí námsfrøðiliga partinum av fjarundirvísingini er veruliga vaktur eftir at ferð er komin á talgildu undirvísingina í skúlaverkinum.

Hetta hevur av álvara varpað ljós á tørvin á førleikamenning í talgildari undirvísing, sigur Tóri Slættalíð, KT-ráðgevi hjá Námi, í samrøðu við Skúlablaðið.

Fyrstu tíðina, skúlarnir lótu uppaftur, var eisini nógv nýtsla; í dag er nýtslan minkað nógv aftur, til umleið 1.000-1.500 brúkarar um dagin, sum er ein trífalding av tí, sum tað var áðrenn koronu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221