Donsk fyritøka roynir koppingarevni við fólki

bannari
Donsk fyritøka roynir koppingarevni við fólki
Koppingarevnið nevnist ABNCoV2, og hevur víst seg at virka væl fyri koronu
 
08.03.2021 - 11:05

Danska heilivágsfyritøkan, Bavarian Nordic, sigur seg nú fara undir at royna koppingarevni fyri koronu við fólki. Tað skrivar felagið í einum boðum til partabrævamarknaðin í morgun.

Koppingarevnið nevnist ABNCoV2, og hevur víst seg at virka væl fyri koronu.Fyrstu kanningarnar við fólki verða gjørdar á Radhoud Medical Centre í Hollandi.

– Vit eru fegin um at kunna almannakunngera nýggja koppingarevnið fyri koronu, og arbeiðið við at gera heilivágin enn betri, heldur fram, sigur stjórin í Bavarian Nordic, Paul Chaplin, í boðunum til partabrævamarknaðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891