Heilsufrøðingar skulu eisini vera familjuráðgevar

Heilsufrøðingar skulu eisini vera familjuráðgevar
Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur svarað Sirið Stenberg, løgtingskvinnu
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, allir heilsufrøðingar fáa útbugving sum familjuráðgevarar eins og í Noregi
 
09.03.2021 - 10:19

Heilsufrøðingar skulu nú eisini vera familjuráðgevar.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, sigur, at allir heilsufrøðingar fáa útbugving sum familjuráðgevarar eins og í Noregi. 

Ein slík eftirútbúgving fer at geva heilsufrøðingunum størri førleika í at vegleiða og stuðla foreldrum hjá ungum, sum hava rúsmisnýtslu.

Hetta er eitt mál, sum verður viðgjørt saman við Heilsutrygd og Gigni, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.Hann hevur svarað einum spurningi frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, sum spurdi, um fyribyrgjandi arbeiðið hjá Gigni verður styrkt.

Styrkt og víðkað

Seinastu árini er virksemið styrkt og víðkað, svarar landsstýrismaðurin. Tað umfatar nú eisini ráðgeving í sambandi við fosturtøku og ættleiðing.

Í ár er peningur játtaður til kanningarháttin, sum kallast Alarm Distress BaBy scale, sum verður brúktur til at kanna  sosialt afturhaldni hjá pinkubørnum.  

Ætlanin er, at allir heilsufrøðingar á smábarnaøkinum hava fingið útbúgving í hesum kanningarhátti í heysti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858