Farmagjøldini á politiskt stig

Farmagjøldini á politiskt stig
Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, hevur sett Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, fyrispurning um málið
Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, vil hava at vita, um tað er ein politisk ella fyrisitingarlig avgerð at hækka farmagjøldini á Sandoyarleiðini
 
12.03.2021 - 13:29

Ætlanin hjá Strandferðsluni at hækka farmagjøldini á Sandoyarleiðini 1. apríl kemur nú á politiskt stig.

Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður í Tjóðveldi, hevur sett Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í samferðslumálum, ein fyrispurning um málið.

Hann spyr, um tað er ein fyrisitingarlig ella politisk avgerð at boða frá hækkaðum gjøldum á Sandoyarleiðini, og um ætlanin eisini er at hækka ferðafólkagjøldini.

Páll á Reynatúgvu spyr eisini, um tað er vanligt, at Strandferðslan áleggur vinnu og ferðafólki hægri gjøld, um kommunan, har skipið liggur, krevur legugjald frá Strandferðsluni.

Páll á Reynatúgvu sigur, at tað gongur væl at bora Sandoyartunnilin, men neyðugt er at tryggja støðug viðurskifti fyri vinnulív og fólk á sjóvegis farleiðini, til koyrandi verður í tunlinum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891