París letur aftur í ein mánað

París letur aftur í ein mánað
Triðja koronubylgjan rakar nú franska høvuðsstaðin
Triðja koronubylgjan hevur við sær, at 21 milliónir fólk í franska høvuðsstaðnum verða rakt
 
19.03.2021 - 15:44

Franski høvuðsstaðurin, París, letur aftur í ein mánað, nú líkt er til, at triðja koronubylgjan rakar býin, skrivar BBC.

Afturlatingin fer at ávirka gerandisdagin hjá umleið 21 milliónum fólkum í franska høvuðsstaðnum og 16 økjum nærindis.

Avmarkingarnar verða ikki líka so strangar, sum tær hava verið, tá býurin hevur verið afturlatin, sigur forsætisráðharrin.

Forsætisráðharrin sigur sambært BBC, at tað er sannlíkt, at tann triðja bylgjan fer at raka høvuðsstaðin.

1.200 innløgd

Myndugleikarnir stúra fyri støðuni í París, har 1.200 fólk eru innløgd á intensivum deildum við koronu, sum er meira, enn tá onnur bylgjan rakti.

Seinastu 24 tímarnar eru meira enn 35.000 koronusmittutilburðir staðfestir í Fraklandi.

Tað verður ikki loyvt fólkum í París at fara longri enn 10 kilometrar burtur frá húsum, og tey sleppa heldur ikki at ferðast millum býarpartarnar.

Avmarkingarnar í franska høvuðsstaðnum koma í gildi á midnátt í kvøld.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006