Smápartafelag hjá Bjørn á Heygum nýtt til hýrur

Smápartafelag hjá Bjørn á Heygum nýtt til hýrur
Nýggj skjøl vísa, at smápartafelagið hjá Bjørn á Heygum sjálvum eisini er nýtt til at rinda lønir til sjómenn í Namibia
23.03.2021 - 19:28

Í sendingini Teir Ómettiligu kom fram, at eitt føroyskt felag, Tindhólmur, sum Bjørn á Heygum var nevndarformaður í, var brúkt at sleppa undan at rinda skatt í Namibia, sambært varskógvaranum í málinum.

Tá segði Bjørn á Heygum seg einki kenna til flytingarnar. Nú er tó greitt, at eisini Sp/F Bjørn á Heygum er nýtt til at rinda hýrir til íslendskar sjómenn í Namibia. 

Bjørn á Heygum vil ikki gera samrøðu um málið, men sigur í viðmerking, at orsøkin til at hansara smápartafelag stendur á lønarseðlum í hesum málinum er, at felagið Tindhólmur av misgávum brúkti eina sokallaða klientkonto hjá Sp/F Bjørn á Heygum um hetta mundi, og tí er tað kortini Tindholmur, sum hevur rindað hesar hýrirnar, og ikki Bjørn á Heygum ella starvsfólk hansara.  Hann sigur seg ikki vita um, at ein klientkonta í hansara felagið er nýtt til at rinda hýrir hjá íslendskum sjómonnum í Namibia, fyrr enn Kringvarpið spurdi inn til hesar flytingar. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040