Kappróður: Mittast ella uttast

Kappróður: Mittast ella uttast
Aðalfundurin hjá Róðrarsambandi Føroya hevur samtykt, at bestu bátarnir ikki longur skulu liggja í miðjuni, men uttast øðrumegin. Tað elvir til kjak
29.03.2021 - 19:06

Mittast ella uttast.

Tað er spurningurin, sum upptekur róðrarfólk í løtuni.

Aðalfundurin hjá Róðrarsambandi Føroya hevur samtykt, at bestu bátarnir ikki longur skulu liggja í miðjuni, men uttast øðrumegin. Ikki øll eru glað um broytingina.

Um vit koma at liggja nummar eitt alt árið, veit eg ikki, um eg tími at rógva kapp móti Ludvíki við Stein og útvarpsbátinum. Eg vil fegin liggja í miðjuni og hava ein bát í stýriborð og ein í bakborð, sigur Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, sum hevur róð í nógv ár og í løtuni rór við Orminum Langa.

Fróði Magnussen, kassameistari í Havnar Róðrarfelag, sum hevur drúgvar royndir í kappróðri - bæði sum rógvari og fyriskipari - dámar væl nýggja leistin.

Um vit broyta leistin, so vil tað verða soleiðis, at nummar eitt, tvey og trý nærum sum í dag. Fýra, fimm og seks koma so at liggja nær við hvønn annan, og sjey, átta, níggju og so framvegis, sigur Fróði Magnussen.

Hann heldur, at kappingin verður betri fyri fleiri.

Eg rokni við, at áhugin fyri at luttaka hjá teimum, sum sita í bátunum verður størri, tí kenslan av at kappast er tað størri, sigur hann.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158