Uppskot um barnaváttan kemur eftir ólavsøku

Uppskot um barnaváttan kemur eftir ólavsøku
Meirilutin í Rættarnevndini tekur ikki undir við uppskotinum hjá Djóna Nolsøe Joensen í Javnaðarflokkinum
Seinastu fimm árini hevur løgreglan fingið 268 fráboðanir um kynslig brotsverk móti børnum
Mynd: Savnsmynd  
 
15.04.2021 - 08:50

Landsstýrið arbeiðir við málinum, og tí er ikki neyðugt at samtykkja eitt uppskot hjá andstøðuni.

Hetta er vanliga grundgevingin hjá einari samgongu fyri ikki at taka undir við einum andstøðuuppskoti.

Og hon verður eisini brúkt, nú Djóni Nolsøe Joensen í Javnaðarflokkinum hevur uppskot til samtyktar um barnaváttanir.

Uppskot eftir ólavsøku

Tí landsstýrið, landsstýrismaðurin í mentamálum, ætlar at koma við uppskoti um barnaváttan eftir ólavsøku, sigur meirilutin í Rættarnevndini hjá løgtinginum.

Ein barnaváttan er ein víðkað revsiváttan, har upplýst verður, um fólk, sum arbeiða við børnum undir 15 ár, eru dømd fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á børn.

Seinastu fimm árini hevur løgreglan fingið 268 fráboðanir um kynslig brotsverk móti børnum.

63 fráboðanir eru um kynslig brotsverk móti børnum, sum eru yngri enn 18 ár.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938