Dýrari at liva

Dýrari at liva
Brúkaraprísirnir eru hækkaðir 1,1 prosent seinasta árið
Klæði og bilar eru dýrari nú, men býli og gistingarhús eru bíligari
 
15.04.2021 - 09:48

Tað er vorðið dýrari at liva í Føroyum.

Brúkaraprísirnir fyrsta ársfjórðing vísa, at í miðal eru prísirnir størri enn í fjórða ársfjórðingi og í fyrsta ársfjórðingi í fjør, vísa tøl hjá Hagstovuni. 

Samanborið við fjórða ársfjóðing í fjør eru prísirnir nú 1,3 prosent hægri.

Samanborið við fyrsta ársfjórðing í fjør er príshækkingin 1,1 prosent.

12 vøru- og tænastubólkar eru í prístalinum.

Ikki alir prísir eru hækkaðir, sambært Hagstovuni.

Býli, gistingarhús og matveitarar og útbúgving kosta minni nú. Men klæði og bilar eru dýrari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655