Føroyar biðið um atlimaskap í WHO

Føroyar biðið um atlimaskap í WHO
Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur lagt fram frágreiðing um úrvald uttanríkismál
Umsókn um atlimaskap í WHO verður væntandi samtykt á aðalfundinum í ár, sigur landsstýrismaðurin í uttanríkismálum
 
21.04.2021 - 11:47

Føroyar hava biðið um atlimaskap í heimsheilsustovninum, WHO. Umsóknin verður viðgjørd á aðalfundinum í WHO í ár, og alt bendir á, at hon verður samtykt,

Tað upplýsti Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, tá hann legði frágreiðingina um úrvald uttanríkispolitisk mál fyri tingið fyrrapartin.

Føroyskur atlimaskapur í WHO fer at gera tað lættari at fáa beinleiðis kunning um áleikandi mál og farsóttir, og at gera okkara støðu sjónligari í millumtjóða heilsusamtarvi.

Eisini fáa vit møguleika at vísa á úrslit og gransking í heilsumálum, segði Jenis av Rana.

Covid-19, sum hevur herjað seinasta árið, er eitt dømi um, hvussu týðandi samstarv millum lond er, segði hann.

Arktis

Alt, sum fyriferst og snýr seg um føroysk øki og grannalag okkara í Norðuratlantshavi og Arktis, eigur landsstýrið ikki bara at verða kunnað um, men eisini verða partur av. 

Sum land í Arktis og Atlanthavi, nú heimsins eygu venda sær móti okkum, er umráðandi, at Føroyar eru tilvitaðar um sína egnu støðu mótvegis umheiminum, segði Jenis av Rana.

Aðalorðaskifti um frágreiðingina frá landsstýrismanninum í uttanríkismálum verður mánadagin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891