Bretland tvífaldar bíleggingina

bannari
Bretland tvífaldar bíleggingina
Bretland ætlar at tvífalda bíleggingina av COVID-19 koppingarevni, sum landið hevur gjørt við heilivágsfyritøkuna, Pfizer
 
25.04.2021 - 11:59

Bretland ætlar at tvífalda bíleggingina av COVID-19 koppingarevni, sum landið hevur gjørt við heilivágsfyritøkuna, Pfizer. Tað skrivar Sunday Times sambært tíðindastovuni, Reuters.

Teir nógvu skamtarnir eru serliga ætlaðir eldri fólkum í Bretlandi, sum í heyst eftir ætlandi skulu hava tað triðja prikið, ið skal tryggja, at tey framhaldandi eru vard móti álvarsligum fylgisjúkum, verða tey smittað.

Keldur í stjórnini siga við Sunday Times, at landið vónar at kunna tvífalda bíleggingina hjá Pfizer, so landið fær tilsamans 80 milliónir skamtar, og ikki 40, sum ætlanin annars var.

Bretland hevur skrásett 4,4 milliónir smittutilburðir síðani farsóttin tók seg upp, vísa tøl hjá Johns Hopkins University, sum fylgir smittugongdini í øllum heiminum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290