Bara triði hvør heldur hámarksferðina

Bara triði hvør heldur hámarksferðina
Nógv teir flestu bilførarnir í Føroyum koyra ov skjótt, og halda seg ikki til ásettu hámarksferðina
 
25.04.2021 - 17:22

Ein nýggj kanning hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd vísir, at nógv teir flestu bilførarnir í Føroyum koyra ov skjótt, og halda seg ikki til ásettu hámarksferðina.

Bara 37 prosent av teimum spurdu siga seg koyra 80 km/t ella minni á vegastrekkjum, har loyvt er at koyra 80 km/t.

64 prosent av teimum spurdu í kanningini siga, at tey ofta ella altíð koyra ov skjótt, staðfestir kanningin hjá ráðnum.

Annarhvør heldur, tað er í lagi

Tað verður eisini góðtikið millum føroyingar, at fólk koyra skjótari enn ásettu hámarksferðina, kemur fram í kanningini hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd.

Tá fólk verða spurd um hugburðin til ferð, halda 51 prosent, at tað verður góðtikið millum bilførarar í Føroyum at koyra ov skjótt.

52 prosent meta eisini, at ov nógv ferð er størsti skaðaorsøk í ferðsluni. Hetta verður mett hægri enn bæði gáloysni og rúsdrekka, sæst í kanningini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Morgunlestur mikudagur 11. november 2026
216223
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096